John Johannessen fer nú aftur at arbeiða í Kringvarpinum.
Áðrenn hann varð valdu á Løgting fyri Javnaðarflokkin, var hann tíðindamaður í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Men í sambandi við, at hann varð valdu á ting, fór hann í farloyvi úr Kringvarpinum í Januar í 2004
Nú, hann ikki longur er tingmaður ella landsstýrismaður, byrjar hann væntandi aftur í í Kringvarpinum frá 1. mars.
Men tað verður ikki sum tíðindamaður, tí hann skal røkja eitt umsitingarligt starv, frætta vit úr Kringvarpinum










