Johansson hongur í

Lennart Johansson, sum er forseti fyri europeiska fótbóltssambandið UEFA, bíðar við eini endaligari avgerð um, hvørt hann gevst sum forseti næsta ár ella ikki. Tað er komið fram, nú UEFA hevur ársaðalfund í hesum døgum. Eitt av týðandi málunum á fundinum er, at G14 feløgini, sum eru tey ríkastu feløgini í Europa, eru farin at fylla meira og meira í fyriskipanini av fótbóltskappingum, og nú vil UEFA enn einaferð staðfesta, at tað er UEFA, sum er hægsti myndugleiki innan fótbólti í Europa.
 Við øllum ófriðinum, sum eru rundan um fótbóltin í løtuni, vil eg gjarna fylgja við gongdini, sigur 76 ára gamli sviin Lennart Johansson.
Umboð fyri føroyska fótbóltssambandið eru við á aðalfundinum hjá UEFA, sum verður hildin í Budapest.