Johannustevnan eydnaðist væl

Um vikuskiftið var Johannustevna í Vági. Sluppin Johanna TG 326 er 120 ár í ár og ymisk tiltøk vóru á skránni

Sluppin Johanna TG 326 í Vági er í ár 120 ár. Um vikuskiftið vóru ymisk tiltøk í Vági í hesum sambandi. Johanna stevndi stolt inn eftir fjørðinum og henni fyldu ymsir bátar, eittnú gomlu grindabátarnir. Leygardagin vóru ymsar kappingar. Kapping í at egna var og vinnari gjørdist Alvi Hjelm. Talan var um tætta kapping, men eftir spennandi kapping var kappingin av eftir einum korteri.
                      Síðani var kappast í at bøta og vinnari gjørdist Magnus Magnussen og eisini her var sera tætt, bert sekund á muni millum teir fremstu. Vinnararnir fingu prýðislutir úr silvuri, sum Torgerð Suðuroy hevði evnað til, og eisini steyp.
                      Á skránni var eisini togtogan millum lærarar í Vági og manningina á Vágs Skipasmiðju. Ymiskt var, hvat fólk hildu um úrslitið innan kappingina. Men tað vísti seg at gerast hørð kapping, longi gekk smátt aftur og fram og hart leikaði á. Kappingin gjørdist helst harðari enn mong høvdu hugsað. Men eftir tógvið stríð fingu smiðjumenn fyrimun og vunnu. Eisini teir fingu steyp. Síðani var ábit at fáa á gamla Polarfrost.
                      Á kvøldi var hugni á Garðabrúgv við Stóra Pakkhús við sangi og Óli Holm helt røðu. Síðani var dansur í VB húsinum við Hans Jacob og vinmonnum. Sunnudagin helt Durita Holm fyrilestur Pakkhúsinum um ferðir sínar.
                      Joanna lá flaggskrýdd við bryggju og tók seg væl út á 120 ára haldinum.