Johannus aftur í HB

Fyrrverandi landsliðsleikarin Johannus Joensen verður komandi ár aftur at síggja í reyðu og svørtu strípunum hjá HB.
Johannus spældi við HB í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2002, og hann hevur vunnið tvey føroyameistaraheiti við felagnum. Hesi árini spældi Johannus 164 dystir og skoraði 25 mál fyri HB.
Seinastu tvey árini hevur verjuleikarin spælt við ávíkavist FS Vágum og B36.
Ein av liðfeløgunum hjá Johannusi í B36 í fjør, málverjin Tróndur Vatnhamar, er eisini farin at venja í HB.