Tað var Johannes Vestergaard í Sumba, sum fekk fulla plátu og slapp at draga gekkahjólinum í kvøld. Heilar 2,8 miljónir krónur vóru at vinna, og maðurin gjørdi av at koyra alla upphæddina í gula leypin.
Hin møguleikin var at deila upphæddina yvir allar tríggjar leyparnar við 950.000 krónum í hvørjum leypi. Men, Johannes Vestergaard valdi at satsa alt. Hetta mundi eisini eydnast honum í øðrum drátti.
Í fyrsta drátti steðgaði gekkahjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. Men, tá tú satsar alt, steðgar tú ikki á 50.000 krónum. Tað gjørdi maðurin heldur ikki í kvøld.
Í øðrum drátti restaði næstan einki í, og í eitt sekund ella bæði tvey var líkt til, at Johannes Vestergaard fór at strúka avstað við øllum vinninginum. Men, ólukkutíð steðgaði hjólið á talinum beint við síðuna av gula leypinum.
Hesaferð var upphæddin 12.500 krónur, sum faldað við trý hevði givið honum 37.500 krónur. Nú var ein seinasti møguleiki eftir, og hann tók maðurin sjálvandi. Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum.
So, hóast Johannes Vestergaard satsaði alt í kvøld, gjørdist hann ikki heilt sørur. Hann kann í minsta lagi eisini ugga seg við, at hjólið ikki steðgað á nøkrum øðrum leypi heldur.