Johannes vaknaður aftur

Danska blaðið, Fyens Stiftstidende veit at siga, at Jóhannes Hansen er vaknaður aftur.

Men tað eru kortini ikki góð boð, ið familjan fær, tí sambært Jack Liedecke, granskingarleiðara, hevur Jóhannes eftir øllum at døma fingið álvarsaman heilaskaða.

- Tað sær tí ikki út til, at vit kunnu avhoyra hann fyri tað fyrsta, sigur Jack Liedecke við Fyens Stiftstidende.

Johannes er annars fluttur til Hammel Neurocenter til uppvenjingar.

Tað eru nú meiri enn 14 dagar síðani at Johannes varð álopin av trimum ungum dreingjum, og tað eydnaðist ikki fyrr enn um vikuskiftið at vekja hann aftur úr tí kunstiga koma, sum læknarnir løgdu hann í.