Johannes Martin stillar ikki upp

Føroyski fólktatingsmaðurin árini frá 1994 til 1998 stillar ikki uppaftur hesaferð. Hann sigur seg vera lidnan við henda partin av sínum lívi, hóast hann hevur fingið onkra áheitan



 

Fólkatingsval

Hann er rættiliga kendur innafyri føroyskan politikk. Í áttatiárunum satt hann okkurt skifti sum eykamaður á fólkatingi. Í 1994 gjørdist hann fóltatingsmaður, tá ið tann fyrst valdi hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, var løgmaður. Hann sat á fólkatingi árini frá 1994 til 1998 fyri Sambandsflokkin. Við valið í 1998 varð hvørki hann ella flokkur hansara valdur aftur á dana ting. Hann fekk 876 persónligar atvkøður, men tað rakk ikki til hjá hvørki honum sjálvum ella hjá Sambandsflokkinum.

Hóast tað við valið í 1998 ikki vóru nógvir, ið fingu omanfyri 800 persónligar atkvøður, so heldur Johannes Martin Olsen seg ikki til at stilla upp hesuferð. Hann hevur í fleiri ár verið fastbúgvandi í Danmark, og hann býr í dag í Randers, sum liggur á eystursíðuni av Jútlandi. Hann royndi fyri nøkrum árum síðani at gerast formaður í Sambandsflokkinum, men tapti formansvalið móti táverandi formanninum, Edmundi Joensen. Hann hevur ikki verið so nógv at hoyrt og sæð til, men hann sigur seg framvegis fylgja við í føroyskum viðurskiftum.

Johannes Martin er so við og við komin upp í árini, og hann ætlar sær ikki at stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð.

-Eg eri mestsum liðugur við henda partin av lívinum, og eg haldi meg ikki til at stilla upp hesaferð, sigur Johannes Martin Olsen.

Hann sigur seg hava fingið onkra áheitan, men hevur valt ikki at taka av tilboðnum.

-Tá eg kanska ikki havi havt so nógv við føroysk viðurskifti at gera, so er tað spurningurin, um tað er rætt hjá mær at stilla upp, sigur Johannes Martin Olsen.

Fyrrverandi fólkatingsmaðurin er ættaður av Strondum, og tað var eisini her, at hann fekk stóran part av sínum atkvøðum til fólkatingsvalini.

Johannes Martin roknar við einum spennandi vali, og hann vónar at hansara flokkur fær annan mannin.