Hann varð føddur 4. oktober 1933 í Sjóvar Sókn, sonur Jacobinu Jacobsen og Tummas Olsen. Hann er útbúgvin maskinmeistari og hevur starvast sum slíkur, men man vera líka væl kendur sum trúboðari innan heimamissiónina. Hann hevur eisini verið fyristøðumaður á Sjómansheiminum í Runavík.
Mest kendur man Jóhannes Martin vera sum politikari. Tá Jóhan Poulsen á Strondum gavst í politikki í 1970, fekk Sambandsflokkurin aftur tveir tingmenn í Eysturoynni. Jóhannes Martin var annar, Jógvan Ingvard Olsen á Toftum hin. Jóhannes Martin var tingmaður fyri Sambandsflokkin í Eysturoynni í 18 ár út í eitt.
Hann hevur eisini havt sæti á Fólkatingi. Hann hevur verið varamaður í fleiri umførum í tíðarskeiðinum frá 1979 til 1998. Hann var fyrst varamaður fyri Paula Ellefsen og síðani fyri Edmund Joensen. Væl man honum hava dámað niðri, tí hann búsettist í Randers og býr har.
Tá fyrsta royndin varð gjørd at fella Edmund Joensen sum formann í Sambandsflokkinum, meðan hann enn var løgmaður, var Jóhannes Martin Olsen hansara mótvalevni, men á einum rokmiklum fundi í Læraraskúlahøllini var tað Edmund Joensen, sum fekk flestar atkvøður. Síðani hevur Jóhannes Martin ikki gjørt nakran politiskan vørr.
Jóhannes Martin giftist við Borghild Mariu Olsen.