Ein føroyameistari afturat verður í ferðalagnum, tá landsliðið í annaðkvøld fer til Litava. Tað er Jóhannes Joensen, sum hevur spælt sera væl á vongverjanum í høgru hjá HB í ár. Jóhannes Joensen er úttikin til teir báðu dystirnar á útivølli, tí Magni Jarnskor, fyrrverandi liðformaðurin, hevur givið avboð. Orsaka av arbeiði liggur tað ikki fyri hjá Magna Jarnskor at vera burtur í meiri enn eina viku.
Allan Mørkøre segði leygardagin, eftir at HB hevði fingið steyp og gullkrónur, at knæskaðin hjá honum er so mikið álvarsamur, at hann ikki roknaði við, at tað fór at bera honum til at spæla landsdyst leygardagin. Allan hevur ikki vant í tríggjar vikur, men hevur verið pjøssaður saman til vikuskiftini, og í Fuglafirði sást lítið til skaðan.
Allan Mørkøre skuldi tosa við Allan Simonsen, men tá vit frættu frá FSF skrivstovuni á middegi í gjár hevði Allan Mørkøre ikki verið í sambandi við landsliðsvenjaran.
Marek Wierzbicki hevði ivaleyst verið ein kærkomin styrkur í landsliðshópinum, um hann hevði havt møguleika fyri tí. Hann er pólverji, og nú fótbóltsárið er liðugt, fer hann til heimlandið at halda frí, áðrenn hann um mánaðarskiftið januar/februar kemur aftur til KÍ.Men heimferðin var ikki akkurát soleiðis, sum Marek mundi hava ætlað tað. Í Sumba var hann óheppin. Kjalkabeinið brotnaði, og tað tekur einar seks vikur, áðrenn ein sovorðin skaði er burtur.