Johannes Andreas er ikki hvør sum helst. Hann er hvalbingur og hevur búð í
Havn síðan 1966. Hann er ein maður við góðum evnum sum gjøgnum eitt langt lív hevur avrikað nógv, bæði á andaliga og mentunarliga økinum og innan skúlagátt. Hann hevur við sínum róliga sinni og vinnandi medferð havt sera lætt við at samstarva við ein hóp av fólki.
Eftir at hann tók læraraprógv Føroya Læraraskúla í 1942, var hann lærari í
fleiri ymsikum bygdum í Suðuroy, til hann í 1962 fyribils varð settur sum
skúlaráðgevi í serundirvísing fyri alt landið, og frá 1. november 1965 var
hann útnevndur í nýggja starvið sum skúlaráðgevi í serundirvísing í Føroyum. Hann hevur eisini útbúgving sum skúlapsykologur.
Johannes Andreas hevur havt fleiri álitisstørv og sitið í nógvum ymiskum
nevndum. Hann var fyristøðumaður fyri tekniska skúlan í Vági frá 1951-63, og í 1959 var hann valdur sum limur í Føroya Skúlabókagrunn, har hann var
formaður frá 1966-85. Hann var formaður í Føroya Lærarafelag 1960-1968.
Johannes Andreas hevur verið sera virkin innan Heimamissiónina í Føroyum, og hann hevur yrkt og týtt fleiri sálmar og sangir, umframt at hann var blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum í umleið 30 ár. Vegna Heimamissiónina sat hann í nevndini í Føroya Barnaheimi frá 1972-96. Í meira enn 30 ár sat hann í útvarpsnevndini sum ópolitiskt umboð fyri Kristiligt Lurtara -
Síggjarafelag.
Hann hevur gjøgnum árini eisini skrivað ymsar greinar um skúlamál og evnað til undirvísingartilfar og skrivað fleiri bøkur. Saman við øðrum hevur hann lagt til rættis skúlabøkur í føroyskum og kristni.
Johannes Andreas er framvegis virkin, og í fjør gav hann út bøkurnar: "Varðar á kirkjugøtuni" og "Í Leirum og úr Leirum", sum er ein lýsing av føroyskari kirkju- og missiónssøgu. Eitt triðja bind kemur út í næstum.
Foreldrini hjá Johannes Andreasi vóru: Juliane Katrine, f. Hammer av Hamri, og Magnus Martin Næs í Nesi, bæði úr Hvalba.
Jóhannes Andreas er giftur Brynhild Mariu Stenberg úr Sumba. Tey eiga fýra børn: Unna, Martin, Uni og Julianna. Unna og Uni búgva í Fuglafirði, Martin býr í Havn, og Julianna í Leirvík. Barnabørnini eru 11 í tali.
Føðingardagurin verður hildin í Fuglafirði saman við børnunum.