Johanna á veg til Hetlands

Í nátt setti Johanna TG 326 kós ímóti Hetlandi og tann 7. august verður hildið somu leið, tí tá hittast 7000 siglandi fólk í Lerwick

Johanna TG 326 hevur verið til árligt eftirit á Vágs Skipasmiðju. Hon er vaskað, smurd og málað, so hon er klár til summarið. Johanna hevur onkran leigutúr á skránni, men er annars tøk í summar hjá ferðafólki.

Men í nátt stevndi hon út eftir Vágsfirði og leiðin gekk til Hetlands. Við var arbeiðsfólk á Vágs Skipasmiðju, sum í eini tvey ár hava skula farið ein túr, men ikki fyrr enn nú er túrurin vorðin veruleiki.


7000 siglandi fólk

At sigla til Hetlands, Lerwick, er gomul farleið hjá Johonnu, og í fjør var sluppin eisini í Lerwick, har ein lítil roynd var uppá eina stóra stevnu, sum verður í august í ár.

Talan er um eina stevnu, har eini 7000 siglandi fólk hittast og Johanna er boðin at vitja og ikki er sørt, at gjørt verður burturúr, tá eitt skip sum Johanna vitjar, sigur Guðmundur K. Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju og sum tók sína sveinaroynd sum skipstimburmaður, tá Johanna varð sett í stand. Hann hevur síðani verið ein drívmegi aftanfyri virksemið viðvíkjandi Johonnu TG 326.

Fyrst í august heldur Johanna aftur leiðina til Hetlands, tí 7. august verður stóra stevnan sett í Lerwick, og Johanna er sjálvsagdur og virdur gestur.