Johanna Troest heiðrað fyri trúgva tænastu

Fyri 55 árum síðani var hon við til at stovna Støkk, og har er hon framvegis er virkin.

Síðsti heiðurin á ítróttafagnaðinum hjá ÍSF í kvøld var heiðursskjal Poul E. Petersen, sum heiðrar einum fólki, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt føroyska ítróttinum.

Heiðursskjalið varð hesaferð latið til Johonnu Troest, sum var við til at seta fimleikafelagið Støkk í Runavík á stovn fyri 55 árum síðani, og hevur veitt lívlanga tænastu fyri felagið, har hon verður sædd sum ein fyrimynd.

Hóast 80 ára gomul, so er Johanna Troest framvegis virkin.

- Eg ætli mær ikki at gevast enn. Eg ætli mær at halda fram so leingi sum eg orki, men tað gongur bara ikki so væl beint nú, segði Johanna vísandi til sína nýliga skiftu mjødn.

Maður Johonnu Troest, Kaj Aage Troest, sum andaðist herfyri, hevur eisini áður fingið heiðursskjal Poul E. Petersen. Tað fekk hann í 2002.


Heiðursskjøl Poul E. Petersen:

2001: Birgit Hestoy, svimjing

2001: Niels Jákup Jakobsen, frælsur ítróttur

2002: Kaj Aage Troest, fimleikur

2004: Jógvan á Lað, fótbóltur

2018: Guttormur Sørensen, frælsur ítróttur

2019: Peter Hentze Niclasen, borðtennis

2020: Súsanna "Ussa" Krossteig Hansen, hondbóltur

2021: Johanna Troest, fimleikur