Arbeitt hevur verið við at gera sluppina Johonnu klára til summarið.
Leygardagin stevndi Johanna TG 326 út eftir Vágsfirði. Johanna setti kós móti St. Kilda, vestanfyri Hebridurnar. Árliga ger Johanna vanliga eina ella fleiri ferðir til grannalond okkara.
Og í føroyum er Johanna Tg326 partur av fleiri av summartiltøkunum, umframt at t.d. hugna- og leigutúrar eru á skránni.
Johanna er aftur av ferðini fyrst í komandi viku.