Sluppin Johanna TG 326 stevnir í morgin til Íslands.
Har verður vitjað í Vestmannaoyggjum. Í Vestmannaoyggjum verður um vikuskiftið sonevndir Tjóðardagar. Talan er um stóra stevnu við mentanartiltøkum, tónleiki og øðrum. Nógv fólk búgva ikki í Vestmannaoyggjum, men sum skilst, so fleirfaldast fólkatalið hesar dagarnar.
Skipari henda túrin verður Hans í Líðini og eini 17 fólk fara við Johonnu.
Johanna siglir av Vági í morgin, tá Smyril hevur siglt seinasta túr suður í morgin.