Grundlógarkonvoy siglir norðanífrá og leggur inn nógvastaðni, m.a. í Florø 5. juli.
Felags innsigling verður til Oslo hósdagin 17. juli, har stevnan endar sunnudagin 20.
Teinurin úr Føroyum til Oslo er 670 fjórðingar, og farið verður úr Føroyum 12. juli.
Norðurlendska samstarvið um strandamentan verður partur av tiltakinum. Komandi ár verður stevnan hildin í Álandi, og vónandi verður strandamentanarstevnan hildin í Føroyum í 2016.
Sluppin Johanna er karmur um føroyska mentan í Oslo í ár. Vit hava árabátar við og alla útgerð. Ullvørur og bátasmíð verða sýnd fram og fyrilestrar hildnir, eins og føroyskur dansur og framsýning er um føroyska mentan.
Áhugafelagið Føroyskir Træbátar, ið er undir stovnan, hevur heimasíðu í gerð, www.batar.fo