Johanna Mathea hevur verið røsk og bragdlig til fyri einum trimum mánaðum síðandi. Men nú var styrkin farin og dagarnir vóru taldir.
Tað var so ótrúliga stuttligt at kenna Johannu Matheu. Tað er stuttligt at kenna eitt so positivt menniskja. Hon var altíð so fitt at koma á tal við, og tað merktist, hvussu væl henni dámdi at fáa vitjan. Hon visti so nógv eisini, og dugdi væl at greiða frá.
Johanna Mathea hevur upplivað størri broytingar enn fólk flest. Hon er ættað av Trøllanesi. Hetta er ein bygd við trimum húsum við eftir nútíðar meting vánaligum sambandi við umheimin. Men her var ein heilt serlig mentan og hugburður. Og Trøllanes var ikki meira avskorið enn, at her var ein drívkraftin í føroyskari fráhaldsrørslu seinast í 19. øld. Einsom vóru tey ikki, tí her kom nógv fólk.
Pápin var Jógvan Joensen, ættaður av Syðradali. Hann giftist við Marin Malenu úr Innistovu á Trøllanesi og gjørdist tískil bóndin á garðinum.
Marin Malena fall skjótt frá, og systir hennara Anna Sofía yvirtók húsarhaldið. Hon var ein merkisverd kvinna, sum tað vónandi seinni kann sigast meira um. Hon stýrdi húsinum við skili og myndugleika, sum enn verður tikin til av ættini.
Trøllanes var tá eitt sjálvbjargið samfelag, har tey bert høvdu seg sjálvan at líta á, og hetta merktist eisini á teimum, sum komu haðani.
Johanna Mathea upplivdi eisini at gerast borgmeistarakona í Havn. Hetta var eitt stórt lop, men júst hennara eginleikar, sum hon hevði við sær av Trøllanesi, komu henni til góðar í hesi støðu.
Eingin framtíð á Trøllanesi
Men áðrenn, tað kom so langt, kom Johanna Mathea at uppliva nógv annað. Hon hevði útlongsul. Johanna Mathea hevur vitað av, at Trøllanes ikki kom at vera hennara framtíð. Her var bert pláss fyri einum av børnunum í húsinum. Hetta var elsta soninum, sum skuldi taka við festinum. Hon fór fyrst á háskúla í Havn. Men so fór hon sum so nógvar aðrar gentur tá í tíðini til Danmarkar at fáa nakrar lívsroyndir.
Hon hevði ymisk jobb í tvey ár. Tá fór hon aftur til Trøllanesar. Men so fór hon niður aftur. Tá fekk hon til arbeiðis at seyma í eini fínari klædnaforrættning í Keypmannahavn, hon kallaðist Jack Thomsen. Her var eisini fínt. Leiðarin fór fýra ferðir árliga til Paris at kunna seg um seinasta mótan.
Johanna Mathea hevði ikki lært annað enn tað, sum mosturin hevði lært hana á Trøllanesi, men hetta var eisini nóg mikið. Her hevur neyvan plagg verið keypt.
Johanna Mathea var við til eina heilt serliga uppgávu. Hetta var nevniliga at seyma kjólan til Alexandrinu drotning, sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá soninum Fríðriki krónprinsi og Ingrid í 1934/1935.
Ein øgiligan kvøkk fekk hon kortini i Keypmannahavn. Tað var, tá ið hon fekk telegrammið um, at beiggi hennara Jóhannes var omandottin og deyður.
Men Johanna Mathea vildu heim aftur til Føroyar, og hon fer at seyma fyri fólk í Havn. Nú kemur hon at kenna Sigfred Skaale, tey giftast í 1937. Sigfred var ein sera virkin persónur. Hann sat í býráðnum 1957-1972. Av teimum var hann borgmeistari 1958-67. Hann var eisini løgtingsmaður fyri fólkaflokkin.
Í samband við býráðsarbeiðið greiddi Jona Henriksen eina ferð frá ein fittari søgu um Johonnu Matheu. Jona var eitt skeið einasta konufólk í býráðnum. Hon var eisini formaður í teknisku nevnd. Mannfólkini í býráðnum høvdu kanska hug at arga Jonu viðhvørt. Jona segði, at tá ið Sigfred fór á býráðsfund plagdi Johanna Mathea at fylgja honum út á trappuna, og so rópti hon eftir honum: “Ver nú so góður við Jonu!”
Tær báðar komu at vera saman á ellisheiminum, og hetta gloymdi Jona ikki Johanna Matheu.
Heima var eisini nógv at gera. Tey høvdu torvheiðar í Havnadali, og hetta gav sítt stríð.
Nógvir gestir vóru eisini. Ofta komu skyldfólk úr Norðoyggjum ymisk ørindi til Havnar. Tá slapst ikki heim aftur sama dag. Og hvat var meira náttúrligt enn at gista hjá skyldkonuni av Trøllanesi! Og væl hava tey verið móttikin.
Sigred og Johanna Mathea fingu børnini Jóannes, uppkallaður eftir mammubeiggjanum, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vígdis. Tað sjáldsama er, at tey búgva øll í Havn. Johanna Mathea hevur í fleiri ár búð á ellisheiminum i Havn, har hon hevur havt tað heilt gott. Børnini hava eisini verið nógv um hana. Tey lýsa hana sum eina sterka kvinnu við myndugleika. Hon arbeiddi altíð og ongantíð hoyrdu tey hana skelda.
Sjálvur havi eg havt ta gleði at hava kunnað vitjað Johonnu Matheu javnan. Hetta er eins stuttligt hvørja ferð. Vit mettu okkum at vera í nærmastu ætt. Hon var trýmenningur mammu mína. Hetta telur nógv á Trøllanesi!
Johanna Matheu er eitt fólk sum eg komi at minnast við takksemi.
ó.