Johanna Mathea 101 ár

Í gjár 9. august fylti Johanna Mathea Skaale í Havn 101 ár. Tað var nógv skrivað um hana, tá ið hon seinasta ár fylti 100 ár. Í stuttum kann tó sigast, at hon er ættað av Trøllanesi, fór sum ung til Danmarkar, men giftist við havnarmanninum Sigfred Skaale. Tískil gjørdist hon havnarfólk burturav. Ikki bert tað. Hon gjørdist eisini borgmeistarakona í fleiri valskeið.

Johanna Mathea er ein av temum, sum hevur upplivað stórt sæð allar broytingar í samfelagnum yvirhøvur, sum hon eisini hevur dugað so væl at greiða frá. Tíbetur er nokk so fitt av hennara lívssøgu komið á prent.

Johanna Mathea og Sigfred fingu seks børn, og tey búgva øll í Havn. Afturat hesum er ein hópur av ommu- og langommubørnum.

Eg havi havt ta gleði at hava kent Johannu Matheu í mong ár. Vit hava eisini felags røtur á Trøllanesi. Tað telur hjá okkum báðum!

Eitt eyðkenni við Jóhonnu Matheu er hennara lætta lyndi. Hon er altíð í góðum lag og dugur væl at skemta. Eisini hevur hon eitt positivt lyndi. Eitt dømi um hetta er, at Jona Henriksen var eitt skifti einasta kvinna í býráðnum, og menninir høvdu kanska hug at prika hana viðhvørt. Men Jona fortaldi, at Jóhanna Mathea plagdi at fara út á trappuna, tá ið Sigfred fór á býráðsfund og legði honum eina við at fara væl við Jonu! Hetta gloymdi Jona henni ikki.

Jóhanna Mathea heldur sær ótrúliga væl. Tað er framvegis ein stuttleiki at koma framvið á Ellisheiminum, har hon býr, og at fáa eitt prát við hana.

Góða Johanna Mathea. Hjartaliga tillukku við tínum kempualdri!

 

 

ó.