Jóhanna lovar bíligari flogferðir

– Tað verður bíligari at flúgva.

 

Tað var boðskapurin hjá Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantsflog, tá hon í morgun kunnaði fjølmiðlarnar um ætlaðu broytingarnar hjá tjóðarflogfelagnum.

 

Og tað var eisini boðskapurin hjá Niels Mortensen á in.fo um vikuskiftið, tá hann segði, at fremsta uppgávan hjá nevndini var at gera tað bíligari at flúgva.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra Jóhannu á Bergi á tíðindafundinum greiða frá ætlanunum hjá felagnum.