Johanna í Kinn - Johanna Johannesen í Fuglafirði

iverður áttati fimm ár leygardagin 2. okt.

Johanna býr í Toftum í Fuglafirði. Hon var gift við Peter Jacob Johannesen, Petur Jacob hjá Thomas Johan, sum andaðist 1992. Faðir og Peter Jacob vóru brøður, og var hetta barndomsheimið hjá teimum, at Johanna og Peter Jacob giftust inn í og settu føtur undir egið borð undir hesum bitum.

Mamma Johannu andaðist 14 dagar, eftir at hon var fødd. Hon var úr Kinn í Oyndarfirði og giftist við Jógvan Hammer úr Pállsstovu úr Elduvík. Johanna er yngst av seks systkjum og einasta, sum er eftir á lívi. Johanna er uppkallað eftir mammu síni, sum æt Johanna. Fía, sum var ættað úr Hálvmørk, kom í móður stað. Hon var systkinabarn Johannu (mammuna), og vóru góð forhold millum húsfólkið og Fíu. Ein framúr røsk og arbeiðssom kvinna, sum tók húsið upp á seg eftir deyða Johannu.

Johanna og Peter Jacob fingu trý børn. Sólvá, Sunrid og Torkil. Hetta eru fólkini, sum hava verið við til at mynda Toftagarð í meira enn eina hálva øld. Johanna er ein sera fryntlig, fyrikomandi og hjartalig kvinna. Hon dugir stak væl at siga frá, og er orðarík og dugur væl at taka til orðanna. Altíð var tað hugnaligt, tá ið Johanna stakk inn á gólvið á Bakkanum og prátið gekk upp á tað besta um Oyndarfjørð í sínum mannasniði bæði so og so. Móðir og Johanna vóru báðar úr Oyndarfirði og vóru ikki tjúgunda fólk úr ætt.

Johanna ber einbýlisnavnið úr Oyndarfirði við sær. Eingin býtir einbýling fyri tað, hann er verdur og standa húsini í Kinn uppi enn tann dag í dag. Eini hús í ævintýri, skaldskapi og sínum mannalagnum standa nú millum nýmótans bygningar og tala sítt forna mál úr gamlari føroyskari mentan. Her er ein staður, sum dróg alt til sín av hugflogi í sevjuvætu í skiftandi árstíðunum, væl sett í minni hjá Johannu frá hesum einbýlingi . Her er frítt og fagurt, og fjallagreinirnar kring fjørðin tráa ikki lívið av tær, men hava sítt yndismál í rytmiskum anda, sum lata upp fyri mongum, og plagar Johanna venda aftur til hesar dagar inni í Kinn, tá ljómin av degnum lýsti inn í eygnakrókarnar á ungum fólkum, og ungmannakætið rumsaðist undir bitunum inni í Kinn.

Ja, ja, Johanna ein dag kom prinsurin úr Fuglafirði og fór um Fuglafjarðarskarð við tær á fljóta hesti sínum, og tit settu tykkum niður í Toftum í Fuglafirði - uppi í Tronganum, men eg má siga, ikki hevur tað verið trongt undir bitunum av tínum lætta sinni, nei, blíð og týð hava tit øll verið. Siður var hjá okkum míni barnaár at stukkið varð inn gólvið jólakvøld eftir kirkjutíð til búgvið nátturðaborð hjá Johannu og Petur Jacob. Hetta vóru góðir dagar og minnisríkar løtur, sum seint verða gloymdar.

Hóast likamliga veik er andin, vit og skil ikki tær beskorið og liggja enn frásagnirnar úr Oyndarfirði enn tann dag tær næst hjartanum. Tá ið prátið dettur inn á Kinnahúsini, livnar mangt forvitnisligt í tínum huga um leiðina heim í bygdina og inn á gólvið hjá Harald í Hálvmørk, har vinkonur tínar búðu. Tá livnar hugurin úr hesum lyndrandi, heimliga, kosmiska umhvørvi, sum tú hevur tikið til tín og goymt og latið víðari til eftirkomararnar. Hetta er tignarligt.

Hetta var bert eitt lítið minnisbrot, sum nú rann mær til hugs á hesum føðingardegi tínum. Hjartaliga til lukku og gott lívskvøld.

Frits