Johanna Køtlum nýggj forkvinna

Almanna- og heilsurøktarafelagið fingið nýggja forkvinnu

Almanna- og heilsurøktarafelagið hevði eykaaðalfund í gjár, leygardagin 1. septembur og har varð greitt, at Majbritt Mohr, ið hevur verið forkvinna síðani apríl mánað í 2004, fór frá í ótíð, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Uppstillaðar til forkvinnuvalið í gjár vóru Jóhanna Køtlum og Sunneva Tyril. Jóhanna Køtlum fekk flestar avkvøður, og verður hon so statt forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum til apríl í 2008, tá ið regluligur aðalfundur við forkvinnuvali verður.

Jóhanna Køtlum er 46 ára gomul og arbeiðir á G4 á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur verið nevndarlimur í felagnum í hálvtannað ár, nú ið hon varð vald til forkvinnu.

Forkvinnuskiftið í Almanna- og heilsurøktarafelagnum hevur við sær, at fyrst valdi eykalimurin Eimy Hansen verður nýggjur nevndarlimur.

Í nevndini í Almanna- og heilsurøktarafelagnum sita nú Jóhanna Køtlum, forkvinna, Anna Britt Eið, næstforkvinna, Sunrid Berg, Eyðna Hansen og Eimy Hansen.