130 ára dagurin verður hildin á bryggjuni í Vági og byrjar klokkan 13:30 tann 24. mai, tá gomlu grindabátarnir heilsa gomlu sluppini.
Á bryggjuni bjóðar Johanna kaffi og annað. Ymiskt er til undirhalds, t.d. hoppiborgir til børnini.
Á skránni er eisini kórsangur, felagssangur og røður. Høvi verður eisini at
handa f'ðingardagsbarninum gávu.
Á kvøldi verður føroyskur og enskur dansur, og ymiskt kann keypast til matna, eittnú johannubúffur-
Endalig skrá fyri dagin verður kunngjørd seinni.
Myndin omanfyri er tikin herfyri, tá Johanna var á beding í Vági í samband við at sluppin verður gjørd klár og fríðka til 130 ára dagin.










