Johanna fer ikki bróta verkfallið

?Áhugi hevur verið at leiga vágssluppina Johonnu til at sigla við farmi, men eigararnir siga nei. Teir fara ístaðin á fiskivinnustevnu við gomlu dámuni úr Vági

 

Verkfall


Tey, sum dúva upp á, at Gamla Vágssluppin, Johanna, einaferð enn fer at bjara teimum vørur og farm í einum verkfalli, koma at bíða leingi

Tá ið verkfall hevur verið, plagdi Johanna annars altíð at vera skjót at loysa frá landi at flyta fólk og farm ímillum miðstaðarøkið og Suðuroynna.

Men so verður ikki hesuferð.

Magni Ejdesgaard, formaður í felagnum Johanna, sigur, at, teir hava gjørt av ikki at leggja seg út í verkfallið hesuferð.

?Hetta verkfallið er øðrvísi enn tey, sum hava verið, tí nú siglur Smyril, so at ferðafólk, postur og mjólk verður flutt ótarnað.

Tí fer Johanna ikki at leggja seg út í verkfallið hesuferð, hóast hon plagdi at forvinna fitt av peningi, í støðum sum hesari, so fitt, at tað hevur verið eitt ikki týdningarleyst, fíggjarligt íkast til skipið.

? Vit halda eisini, at vit eiga at virða rættin at fara í verkfall, so tá ið ferðafólk, mjólk og postur verður flutt ótarnað, halda vit ikki, at vit eiga at seta fót fyri verkfallið við at flyta annan, verkfalsraktan farm, sigur Magni Ejdesgaard.

Tí verður Johanna liggjandi. Í hvussu so er fyribils, tí Magni Ejdesgaard kann ikki lova nakað, um verkfallið dregur út, so at matur og onnur neyðsynjarvøra fer at ganga undan í Suðuroynni.

? So kann tað vera, at vit loysa, sigur hann.

Annars sigur hann, at tað hevur ikki sørt av áhuga fyri at fáa hana at sigla.

?Verkfall hevði ikki verið í meiri enn ein dag, tá ið onkur vendi sær til okkara við fyrispurningi um at leiga Johonnu at sigla við farmi. Men vit tóku ikki av, sigur Magni Ejdesgaard.


Á fiskivinnustevnu

Ístaðin fyri at fara í sigling við verkfalsraktum farmi, er Johanna farin at seta sín dám á fiskivinnuráðstevnuna, sum er í Runavík í hesum døgum.

Teir fóru úr Vági mánakvøldið, inn á Runavík, har ætlanin er at liggja á stevnuni.

Hetta er eitt tiltak, sum vágbingar eru farnir undir av sínum eintingum, tí tað er ikki á skránni fyri stevnuna, at Johanna skal liggja í Runavík.

Magni Ejdesgaard heldur, at tað kundi verið áhugavert hjá stevnugestunum , ikki minst teinum útlendsku, at sæð, hvussu eitt gamalt, føroyskt fiskiskip, sá út.

Tey, sum hava hug, kunnu so fara umborð at síggja skipið.