Mong høvdu væntað, at sluppin Johanna fór at røkja Suðuroyarsiglingina, nú farleiðin við Smyrli er rakt av verkfalli. Men so verður ikki fyribils. Veðurlíkindini eru vánalig, og hættar manningin á Johonnu sær ikki undir at fara at flyta ferðafólk um Suðuroyarfjørð í verandi veðurlíkindum.
Johanna og manning hennara hava undir fyrrverandi verkføllum røkt ferðafólka- og postflutning millum Suðuroynna og meginlandið, men tá vóru veðurlíkindini ikki so vánalig, sum tey í løtuni eru. Eisini hevur Johanna siglt onkran túrin úr Suðuroynni vestur í Vágar við ferðafólki til fogvøllin.
Ein av manningini á Johonnu sigur fyri blaðnum, at sum er, so er hampulig ætt at flyta ferðafólk norður um fjørð, men suður aftur er verri. Túrarnir suður aftur høvdu nevniliga verið sera baldrutir, og høvdu teir somuleiðis tikið langa tíð. Hetta heldur manningin ikki, at ein kann bjóða ferðafólki.
Um verkfallið heldur áfram, fer nevndin í felagnum Johonnu helst at hugsa um at seta sluppina í sigling millum Hvalba og Gomlurætt. Hesin túrurin er nevniliga væl styttri enn um siglt varð millum Vág og Havnina. Men í hesum føri hava veðurlíkindini sjálvsagt eisini stóran týdning.