Johanna farin undir tak

Sluppin Johanna TG 326 liggur við bryggju, og hevur fingið vernd fyri vetrarveðrinum.

Sluppin Johanna TG 326 liggur við bryggju í Vági, og onki óvanligt í tí, men hon hevur fingið vernd fyri vetrarveðrinum. Ein kundi sagt, at hon er ikki at kenna aftur. Tak er lagt á, bæði við sperrum, plátum og presending.

Um mánaðar skifti november - desember varð gjørt klárt at gera undirlag til presending. Umleið hálvan desember kom so presendingin á. Fyrst í januar 2016 byrjaði arbeiðið at pussa ymiskt, stendur millum annað at lesa á facebooksíðuni hjá gomlu sluppini.

Har verður eisini gjørt vart við, at er onkur, ið hevur hug at taka eina hond í, so er hetta vælkomið, tí Johanna skal gerast klár til summarið.