Sluppin Johanna TG 326 verður 130 ár í ár. Og í hesum sambandi er farið undir eitt størri viðlíkahaldsarbeiði, soleiðis at sluppin kann gerast klár til føðingardagshaldið.
Viðlíkahaldið fevnir um gjøgnumgongd av øllum tovverki og blokkum. Bummar og gaflar eru tiknir niður. Og í farnu viku varð mesan-masturin tikin niður.
Alt er tikið inn á Vágs skipasmiðju, har farið verður undir at høvla og pussa niður bummar, gaflar og mesan-masturina. Og so skal alt lakerast av nýggjum.
Gudmund Jacobsen, ein av undangongu monnunum tá umræður sluppina Johannu TG 326, sigur, at talan er um arbeiðið, sum krevur nógva tíð og orku, til dømis skal mesan masturin lakerast 20-30 ferðir, eftir at hon er pussað niður.
Gudmund leggur afturat, at hetta arbeiðið byrjar mánadagin og fólk, sum sjálvboðin hava hug at hjálpa til, eru vælkomin at møta uppá Vágs skipasmiðju.
Í smb. við viðlíkahaldið, hava teir eisini gjørt ein longri viðlíkahaldslista, við smærri og størri tingum, sum skulu vælast um og viðlíkahaldast, og kunnu fólk venda sær til Gudmund Jacobsen á tlf. 230500, um tey hava áhugað í at taka ein hond í og átaka sær at gera okkurt á viðlíkahaldslistanum, verður upplýst á sudurras.fo.