Nú Johanngubbin farin er foldum frá,
tað fløvandi er at minnast aftur á
tær stundir frá barnaárum,
sum eru ritaðar í hjørtum várum.
Tá Vatnið á vetri var fryst til ís,
tú kynstir vísti til fyrsta prís.
Á nýggjárum so spennandi var,
tá bumburnar geltu um húsagarð.
Tær løtur tú munnharpuna hevði,
tá strálaðu barnaeygu,
og lætt var at fara upp á tá.
Ja, mangt stuttligt er at minnast á.
At bera uppá rím, tað fall tær lett,
manga barnasál hetta hevur glett.
Tær gávur, ið komu úr tíni hond,
verða tær løntar á Himnastrond.
Um onkuntíð tað henda má,
ein eingil vitjar foldum á.
Hann ogon ber tey boðini fram:
“Heilsa frá Johann, hvis tú kann!”
Friður verði við minninum um ogra kæra Johanngubba.
Heilsan “gubbabørnini”