Johan vitjar aftur í Gøtu

Í kvøld, mikukvøldið verður dystur millum GÍ og Skála leiktur í Gøtu

Upptakt

Upprunaliga skuldi hesin dysturin ikki verði leiktur fyrr enn 22. juni, men Inter-toto luttøkan hjá GÍ hevur ført við sær, at dysturin nú er framskundaðu til mikukvøldið kl. 19.00.

Finna stevið
Og stendur tað til heimaliðið, so er einki at ivast í, at landskappingarstevið nú skal finnast.
Í steypakappingini hevur annars gingið framúr, men í landskappingini var liðið fyri tapi í fyrsta dystinum, og tí er alneyðugt við trimum stigum her, um liðið sum vant skal leggja seg út í oddastríðið.
Og nógv bendir á, at tað verður á leið sama fólk, sum tryggjaði finalusessin, sum fer á vøllin í kvøld. Súni Olsen og Pól Ennigarð vóru báðir skaddir til tann dystin, og hóast vónin framvegis er at fáa teir tøkar sum skjótast, so má tað metast ógvuliga ivasamt, um teir eru klárir longu nú.
Hjá Skála tykist einasti missurin at vera ein av tí heilt týdningarmikla slagnum. Jonhard Frederiksberg, sum er fyrsti Skála-leikarin í landsliðsbúnanum, noyddist av vøllinum móti NSÍ, eftir at hann hevði fingið ein stoyt á knæið.
Tískil er ivasamt, um hann verður tøkur til hendan dystin, og tað er einki at ivast í, at tað verður dyggur smeitur fyri kontraspælið hjá liðnum. Eitt spæl, sum teir helst skulu dúva uppá í slíkum dystum.
Og sjálvandi ræður eisini um stig hjá Skála. Kanska eru NSÍ og GÍ á útivølli ikki lættastu dystirnir at byrja kappingarárið við, men fyri tað man tað kennast tungt, um liðið stendur við ongum eftir tvey umfør, og sálarliga vildi tað í øllum førum verið góð barlast, um okkurt munagott fekst burturúr vitjanini í Gøtu.
Sum sagt, so verður dysturin leiktur kl. 19.00, og verður tað Petur Skarðenni, sum fer at døma.