Johan vann á Alfred

Johan Dahl er nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum Johan Dahl er nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum.

Tað er greitt, nú stríðsvalið ímillum hann og Alfred Olsen akkurát er liðugt.

Og tað var ongin ivi um, hvønn fundarfólkið á landsfundi Sambandsfloksins vildi hava til næstformann í flokkinum, tí Johan Dahl fekk heilar 29 atkvøður og Alfred Olsen fekk bara 17.

Tað skiltist á fundafólkinum, at tað kom óvart á, at Johan Dahl skuldi vinna so greiðan sigur, tí frammanundan mettu tey flestu, at Alfred lá til at vinna valið, hóast hann hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur.

Tey bæði valevnini vóru samd um ikki at agitera á fundinum, so hvørgin teirra hevði orðið undan valinum.

Men eftir valið takkaði Johan Dahl fyri álitið og lovaði at gera sítt til at vinna Sambandsflokkin fram á leið.

Alfred Olsen tók ósigurin pent og takkaði fyri tíðina. Og nú Lisbeth Petersen ikki stillar upp aftur, nýtti hann eisini høvið at takkað henni fyri tíðina í flokkinum.

Sjálv hevði Lisbeth Petersen bara eina viðmerking og tað var, at tað var neyðugt at fáa fleiri kvinnur á ting.