Ikki óvæntað er Jóhan Troest Davidsen júst nú kosin Ársins verjuleiki á Hvonn Live, sum verður sent beinleiðis á Rás2 beint nú.
25 ára gamli landsliðsleikarin hevur spælt ikki færri enn 30 dystir fyri HB meistararnar, og eigur sín avgjørda lut í, at gullkrónurnar fóru til Havnar.
- Samstarvið við Teitur Gestsson og Gunnar Haraldsen hevur riggað ómetaliga væl. Vit hava vart væl uttan at liggja heilt har afturi, segði Jóhan Troest Davidsen, tá hann fekk heiðurin.
Jóhan Troest Davidsen vann kappingina um at gerast Ársins verjuleikari frammanfyri Høgna Zachariassen hjá ÍF og Hørður Askham hjá B36.
Í fjør varð Marni Djurhuus hjá EB/Streymi kosin Ársins verjuleikari.
Á hesari leinkjuni sæst løtan, tá Johan Troest Davidsen og Malena Josephsen vóru heiðraði, sum ársins verjuspælarar: http://www.youtube.com/watch?v=SWAutIRHV58&feature=youtu.be