Skanderborg vann í dag 29-20 á Odder í grannauppgerðini í donsku landskappingini. føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum tó hevur danskt landsliðspass, skoraði fýra mál fyri Skaderborg.
Í dystarfrágreiðingini á heimasíðuni hjá felagnum verður skrivað, at Jóhan skoraðu flotasta málið í dystinum, tá Skanderborg í skjótálopi komu á odda 11-6.
Níggjumálssigurin er ein hevnd fyri fyrra dystin millum hesi bæði liðini, sum endaði við níggjumálssigri til Odder. Av tí at innanhýsis telur, so hevði tað týdning at fáa útjavnað málskjótingina.
Jóhan á Plógv Hansen var toppskjútti fyri Skanderborg saman við Martin Risom.