Johan tekur partí við Røkt

- Kommunurnar hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur stýrisformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen. Sambært honum er tað júst tí, at SEV eigur bæði net og framleiðslu, at tað í dag er gjørligt at veita eina samhaldsfasta tænastu, sum kann økja um framleiðsluna við stuttum skotbráði og sum tryggjar øllum ein rímuligan prís uttan mun til, hvar í landinum tey búgva

Sambært vinnumálaráharranum er bygnaðurin í SEV ein søgulig leivd, sum forðar fyri kapping. Hesum er stýrisformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, als ikki samdur í. Tvørturímóti er SEV úrslitið av, at kommunurnar hava gjørt eitt gott arbeiði í 50 ár, og júst hetta tryggjar at vit í dag hava eitt gott net og eina samhaldsfasta skipan, sigur hann.

- Um tú samanber við onnur oyggjalond hava tey ikki í nær
námind eitt so gott net sum vit. Kommunurnar hava gjørt eitt gott arbeiði, og tað er orsøkin til, at vit í dag hava eina samhaldsfasta skipan, sum tryggjar øllum borgarum ein rímiligan prís uttan mun til, hvar tey búgva.

Haraftrat eru vit før fyri at við stuttum skotbráði at
framleiða nógvan streym til virkini á Tvøroyri og Fuglafirði - hetta høvdu privatir veitarir ikki verið førir fyri, sigur hann. Jákup Suni Lauritsen heldur somuleiðis, at skipanin verður meiri kostnaðarmikil og stirvin, um netið verður skilt frá framleiðsluni hjá SEV.

Johan Dahl ikki neutralur
Sjónarmiðið hjá vinnumálaránum um manglandi kapping, kann hann heldur ikki taka undir við.
- Vit hava kappast um at gera vindmyllulund í Húsahaga og Neshaganum, og vit vunnu báðar. Um Johan Dahl heldur, at vit ikki hava kappast á røttum grundarlagi, eigur hann siga við Jarðfeingi, sum er undir honum, at tey skulu gera eitt útboð, sum tryggjar kappingarførið, sigur stýrisformaðurin. Hann leggur aftrat, at hann ikki heldur at vinnumálaráharrin er neutralur.

- Vinnumálaráðharrin skal vera neutralur í mun til el-orkuøkið, tá ið hann nú er so heitur talsmaður fyri kapping. Jarðfeingi er undir Johan Dahl, og tann stovnunirn skal viðgera allar umsøkjarar á sakligum og fakligum grundarlagi. Men arbeiðsgevarin hjá Jarðfeingi, Johan Dahl tekur alment partí við Røkt, hvat álit skulu vit tá hava á einari nýggjari skipan, sum tekur støði í kappingarelementinum, spyr Jákup Suni Lauritsen og leggur aftrat:
- SEV hevur einki ímóti kapping, men tað skal bara fara rætt fram.