Johan Dahl hevur sum meirilutaeigari í Atlantsflog gjørt av, at ein setanarnevnd skal innstilla fólk til nevndarval í felagnum. Hendan avgerðin hjá Johan Dahl var hildin at hava so stóran týdning, at hon var fráboðað børsinum.
Slíkar fráboðanir verða gjørdar, tí slík viðurskifti hava týdning fyri íleggjarar. Tað vil siga, at Johan Dahl vildi tryggja íleggjarunum, at einki nevndarval skal fara fram, sum bara verður gjørt eftir høvdinum hjá einum tilvildarligum landsstýrismanni.
Men tað er júst tað, sum er hent. Landsstýrismaðurin fann út av, at Niels Mortensen er best egnaði nevndarformaður, hóast setanarnevndin hjá felagnum helt, at Bergur Poulsen var tann betri. Við sambandsmálgagnið i Klaksvík sigur Johan Dahl, at tað er høvuðspartaeigarin, sum ger av, hvør verður valdur í nevndina.
Sjálvandi er tað tað!
Men tað sum sambandsblaðstjórin í Klaksvík ikki spyr Johan Dahl um, er hví hann so fráboðar Børsinum nakað annað?
– Er tað ein ávísur førleiki hjá Niels Mortensen, sum hevur serligan týdning fyri Johan Dahl?