Jóhan á Plógv Hansen, føroyski vongleikarin í Skanderborg Håndbold, sleppur ikki at umboða U20-landsliðið hjá Danmark í EM-undankapping seinni í vikuni. Hann varð úttikin til kappingina, men nú slær evropeiska hondbóltssambandið nevan í borðið og noktar honum atgongd til kappingina.
Føroyska og danska hondbóltssambandið vóru samd um, at vanliga sperringin av einum leikara, sum hevur luttikið fyri annað land – í hesum føri Føroyar – skuldi niðursetast frá trimum og niður í tvey ár, men hesa avtalu hevur evropeiska hondbóltssambandið nú strikað.
Í januar 2012 spældi Jóhan á Plógv Hansen við føroyska U23-landsliðnum í Challenge Trophy í Serbia, men føroyska og danska hondbóltssambondini mettu ikki, at hetta var ein skrásettur landsdystur og tískil ikki skuldi telja við í trý ára sperringini.
Evropeiska hondbóltssambandið sigur tó, at finalan í kappingini, har Føroyar hittu Moldova, var at meta sum ein skrásettur landsdystur, og at trý ára sperringin tískil telur trý ár fram frá januar 2012. Hetta merkir, at Jóhan á Plógv Hansen ikki sleppur at umboða donsk lanslið fyrr enn í januar næsta ár.