Í fyrradagin frættist, at danska superligu felagið OB hevur skrivað sáttmála við Johan Byrial Hansen. Johan, sum fram til summarsteðgin verður í 1. deildarfelagnum Horsens, er dani, men bæði foreldrini eru úr Føroyum. Pápin er úr Fuglafirði, og mamman er av Toftum (hon er systir til Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjara hjá Allani Simonsen).
At 24 ára gamli Johan Byrial Hansen, sum er beiggi til fyrrverandi landsliðsspælaran í hondbólti Anju Byrial Hansen, hevur gjørt avtalu við OB um, at fótbóltsframtíðin hjá verjuspælaranum skal vera í Odense er ikki heilt óviðkomandi fyri føroyskan fótbólt.
Tað hevur nevniliga ljóðað, at bæði B68 og GÍ hava havt samband við danska spælaran. Tað hevur verið áhugi í báðum feløgunum fyri at knýta Johan Byrial Hansen at sær, tá sáttmálin við Horsens gongur út í summar, men nú verður tað hvørki verjan hjá B68 ella GÍ, sum fær gagn av danska spælaranum við sterku ættarbondunum í Eysturoy.
Men tað átti kortini ikki at verið heilt óhugsandi, at komandi superligu spælarin (tað verður hann, um OB megnar at halda tørn um sessin í bestu deildini í Danmark) í framtíðini fekk meiri við føroyskan fótbólt at gera, enn hann higartil hevur havt. Onkuntíð hevur verið upp á tal, at Johan Byrial Hansen átti at verið eitt upplagt evni til landsliðið hjá Allani Simonsen, men higartil er ikki meiri komið burturúr hesum enn bara hugsanin um møguleikan.
Rósandi orð
Sambært donskum fjølmiðlum er tað Troels Bech, sum í summar fer at taka við venjarastarvinum í OB, ið hevur mælt leiðsluni í felagnum í Odense at skriva sáttmála við Johan Byrial Hansen. Troels Bech hevur áður verið venjari hjá Horsens og harvið Johan Byrial Hansen, og í donskum fjølmiðlum hevur hann spátt, at verjuspælarin fer at gerast ein av stuðlunum hjá OB:
? Hann hevur góð fótbóltsevni, og hann hevur góðan vilja. Sjálvandi fer tað at taka sína tíð hjá honum at venja seg við at spæla í superliguni, men eg eri sannførdur um, at Johan Byrial Hansen fer at roynast væl í OB, sigur Troels Bech.
Johan Byrial Hansen, sum altso hvørki verður B68ari ella GÍari í summar, hevur skrivað undir eina avtalu við OB, sum verður galdandi í trý ár.
jh