Størsti hemarin, sum varð fiskaður í Shark Atlantic 2009 kappingini, fekk Johan Simonsen úr Hoyvík. Hemarin vigaði 223,5 kg og var góðar 260 cm langur. Vinningurin var tveir flogferðaseðlar
Fiskikappingin Shark Atlantic 2009 endaði 1. mars og handan av vinningum og veitsla var á Bátafelagnum í Tórshavn 14. mars.
Vinnarin av kappingina varð Johan Simonsen úr Hoyvík við einum hemara, ið vigaði heili 223,5 kg. og var góðar 260 cm. Sigast kann, at hetta einans er 6,5 kg frá heimsmetinum á 230 kg.
Hann bardist við henda góða hemara í knappar tveir tímar áðrenn hann fekk hann inn at borðinum.
Fyri hetta bragdið, vann hann 2 ferðaseðlar við Atlantic Airways.
Annað plássið átti Heini Weihe úr Tórshavn við einum lítlum fittum hemara, ið vigaði 96 kg, og var knapt tveir metrar Tað tók honum umleið ein hálvan tíma at møða hann, og taka lívið av honum. Fyri hendan hemaran vann Heini eina flótidrakt og eitt hemara tráðu sett frá Bátatænastuni.
Á triðja plássi var danin Kaj Nielsen við einum hemara á 82 kg. Fyri henda fiskin vann hann eitt gávubræv á 3000 kr frá Jógvan Weihe. Hetta var hansara fyrsti hemari og var hann so mikið vælnøgdur, at hann kemur uppaftur at fiska hemara seinni í ár.
Ferðasteypið, ið ikki kann vinnast til ognar, hevur nú 5 ár á baki. Vinnararnir hesi árini hava verið Magni Blástein, Jóanes Gaard, Heini Weihe og Johan Simonsen.