Johan Samuelsen er havnarmaður, hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Kommunuskúlanum síðani, til hann í september í fjør legði frá sær. Hann er giftur við Jóhonnu, f. Clementsen úr Elduvík, og saman eiga tey bæði trý børn: Tvíburðarnar Biritu og Berg og Magnus.
Birita er sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum, er givt við Jógvan Lassen úr Klaksvík, og tey eiga børnini Hanus og Jóhonnu.
Bergur er lærari í Tórshavnar Kommunuskúla. Hann býr saman við Jacobu Lervig og eiga tey døturnar Helgu, Ingibjørg og Elsu.
Magnus er cand. mag. í samfelagsfrøðði og søgu. Hann starvast á skúlanum á Kambsdali og á Oyrarbakka. hann er giftur við Jenny Petersen og eiga tey synirnar Johan og Martin Emil.
Sum lærari hevur Johan Samuelsen undirvíst í søgu og fleiri mállærugreinum, serliga føroyskum, enskum og týskum, sum er hansara favoritmál. Í sínum arbeiði hevur hann lagt stóran dent á, at næmingarnir skulu vera fakliga væl fyri. Johan undirvísti eisini á Føroya Handilsskúla frá 1970-80.
Í 1979 bleiv Johan sjúkur og misti likamliga førleikan, soleiðis at hann kom at sita í koyristóli, men hetta hevur avgjørt ikki skert hansara lívsvilja, og hann hevur víst at tað ber væl til at liva og arbeiða á líka fót við øll onnur.
Hann var limur í skúlaráðnum í Havn frá 1989, til skúlaráðini vórðu niðurløgd fyri nøkrum árum síðan.
Johan hevur altíð verið ítróttarmaður, og var hann ein framúr góður flogbóltsspælari. Síðan hann hann misti likamliga førleikan, hevur hann svomið nógv og verið virkin innan Ítróttarsambandið fyri Brekað (ÍSB) og Meginfelag teirra Brekaðu (MBF). Hann hevur eisini luttikið í altjóða svimjikappingum uttanlands.
Johan er ein áhugaverdur persónur. Hann hevur stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum og er tí søguliga. Hann hevur eitt gott minni og kann siga frá nógvum áhugaverdum og stuttligum hendingum, serliga um Havnini og Hornabø, har hann vaks upp.
Johan og Jóhanna eru burturstødd føðingardagin.










