Johan Samuelsen er 59 ára gamal og havnarmaður. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur verið lærari í Kommunuskúlanum síðan tá.
Hann hevur undirvíst í søgu og fleiri mállærugreinum, serliga føroyskum, enskum og týskum, sum er hansara favoritmál. Í sínum arbeiði hevur hann lagt stóran dent á, at næmingarnir skulu vera fakliga væl fyri. Johan undirvísti eisini á Føroya Handilsskúla frá 1970-80.
Í 1979 bleiv Johan sjúkur og misti likamliga førleikan, soleiðis at hann kom at sita í koyristóli, men hetta hevur avgjørt ikki skert hansara lívsvilja, og hann hevur víst at tað ber væl til at liva og arbeiða á líka fót við øll onnur.
Hann var limur í skúlaráðnum í Havn frá 1989, til skúlaráðini vórðu niðurløgd fyri nøkrum árum síðan.
Johan hevur altíð verið ítróttarmaður, og var hann ein framúr góður flogbóltsspælari. Síðan hann hann misti likamliga førleikan, hevur hann svomið nógv og verið virkin innan Ítróttarsambandið fyri Brekað (ÍSB) og Meginfelag teirra Brekaðu (MBF). Hann hevur eisini luttikið í altjóða svimjikappingum uttanlands.
Johan er ein áhugaverdur persónur. Hann hevur stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum og er tí søguliga. Hann hevur eitt gott minni og kann siga frá nógvum áhugaverdum og stuttligum hendingum, serliga um Havnini og Hornabø, har hann vaks upp.
Johan er giftur Johonnu, f. Clementsen, úr Elduvík. Tey eiga trý børn: Bergur og Birita, sum búgva í Havn, og Magnus sum býr í Funningi. Barnabørnini eru 6 í tali.