Johan Petur ársins borgari

Flogbóltur - Tá Vestanstevnan í Sørvági var sett fríggjakvøldið, varð flogbóltsspælarin og -venjarin, Johan Petur á Stongum, samstundis heiðraður sum »ársins borgari 2010« í Sørvági

At Sørvágur hevur eina serstøðu á Føroya-kortinum, tá vit tosa um flogbólt, er eingin loyna. Hetta mundi eisini vera ein tungt­vig­andi orsøk til, at júst eitt av undangongufólkunum innan flog­bóltin í SÍ, spælarin og venj­arin, Johan Petur á Stongum, fríggja­kvøldið var heiðraður sum »ársins borgari 2010« í Sørvági.
Hetta fór alt fram, tá Vestan­stevnan í Sørvági var sett, og Nancy Selfoss, forkvinna í trivnaðar­nevnd­ini hjá Sørvágs kommunu, handaði Johan Peturi heiðursbræv og blómutyssi. Aftaná fortaldi hann Vága­portalinum, at hann ikki helt seg hava uppiborið heiðurin fram um nakran annan:
– Eg taki hetta sum ein sera stóran heiður, at vera valdur »árs­ins borgari 2010«. Kanska eri eg nú valdur, tí ikki allir í SÍ kunna veljast, segði Johan Petur, ið heldur vildi sæð, at pápi hansara, Jákup á Stongum, fekk heiðurin.
– Men vit eru kortini eitt lið, og eg føli meg ikki at hava gjørt so nógv meira enn hinir sum eg spæli saman við. Eg má so bara góðtaka grund­gevingarnar fyri, at eg eri valdur.
Kortini skerst ikki burtur, at Johan Petur á Stongum eigur sín stóra part av æruni fyri, at SÍ vann greipuna hjá bæði kvinnum og monnum. Eftir kappingina varð hann valdur ársins verjuspælari hjá monn­um, har hann átti sín týðandi part í bæði føroyameistaraheitinum og steypasigrinum, eins og hann sum venjari hjá kvinnunum átti av­gerandi lut í greipuni, kvinnurnar hjá SÍ eisini vunnu.
Johan Petur hevur spælt flog­bólt, síðani hann var átta ára gamal, og við árunum hevur hann vunnið 75 heiðursmerki og 10 steyp til ognar sjálvur. Umframt at hava spælt við SÍ, hevur hann eisini spælt við flogbóltslandsliðnum og verið við til at vant kvinnulandsliðið í flog­bólti. Og um summarið, tá ikki so nógv virksemi er innan flog­bóltin, tekur hann fegin eitt tak á besta mansliðnum hjá 07 Vestur í fót­bólti.