Høvuðsvenjarin hjá betrideildarliðnum, Víkingi, ið førdi liðið til FM-gull í fjør er ársins ítróttarvenjari.
Tað var svimjilegendan, Pál V. Joensen sum handaði Jóhan Petur Poulsen heiðurin í Løkshøll í Runavík.
Jóhan Petur Poulsen sum er toftamaður vann eisini steypakappingina við Víkingi í 2023.
Í takkarsamrøðuna segði hann, at málsetningurin er at menna Víking enn meira.
Hinir báðir sum vóru innstillaðir til hendan heiðurin vóru Rógvi Nielsen hjá flogbóltsfelagnum Ternuni, og Mark Lausen-Marcher hjá H71 og HSF.