Flogbóltur: Johan Petur á Stongum var kanska tann, ið hevði størstu orsøkina til at smílast um alt andlitið, tí tá hann við monnunum leygardagin vann meistaraheitið, hevði hann fingið tvey gullheiðursmerki í Eik-liguni, eitt hjá monnum og eitt hjá kvinnum, har hann er venjari. Somuleiðis hevur hann tvey gullmerki, tí hann á sama hátt vann steypakappingina við báðum liðum.
– Kenslan er heilt fantastiskt, nú vit eru fyrsta felag, sum kann vinna alt, sum vinnast kann. Nú hava vit skrivað søgu, og tað er heilt ótrúligt, segði Johan Petur, sum var heldur eyðmjúkur, tá vit spurdu hann, um hann nú orkaði at bera alt hetta gullið:
– Nú er tað ikki bara eg. Hjá kvinnunum gera spælararnir tað gott og hjá monnunum tað sama, og eg eri bara ein lítil partur av øllum hesum. Men tað er ótrúliga stuttligt at kunna fara heim við fýra gullheiðursmerkjum, segði hann.
– Eg vænti, at hetta kappingarárið verður seint gloymt í Sørvági, nú vit eru fyrsta felag í Føroyum, sum megnar hetta. Og hetta verður í øllum førum standandi sum nakað fyri seg, til onkur annar ger tað sama.
Óvæntað lætt
Kári Mikkelsen eigur eisini fýra gullheiðursmerki, tí hann hevur verið hjálparvenjari hjá Johan Peturi, umframt at hann eisini hevur spælt við mansliðnum hjá SÍ. Eftir dystin leygardagin var hann eitt sindur bilsin av, at tað heila skuldi vera avgjørt eftir bara trý sett:
– Nú spældu vit tveir fimmsettarar í síðstu viku, so man hevði væntað, at hetta bleiv upp á sama máta. Men tað er fantastiskt, at vit skuldu vinna soleiðis. Vit hava fleiri spælarar, sum ordiliga reistu seg í dag, og tað var tað, sum gjørdi munin. Serliga helt eg, at Emil Mikkelsen spældi heilt fantastiskt og vann allar bóltarnar, segði Kári Mikkelsen.