Jóhan Petur: Mugu hækka støðið enn meira til komandi ár (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen aftaná javnleikin móti FM-vinnarunum

##med2##

 

- KÍ hevur lyft støðið enn hægri enn tað hevur verið, so vit hava nakað at betra og mugu royna at hækka okkara støðið til komandi ár. Orðini eigur Jóhan Petur Poulsen aftaná 1-1 javnleikin móti KÍ í Sarpugerði.

 

Jóhan Petur er fegin um, at tað loksins eydnaðist Víkingi at fáa eitt stig móti KÍ hetta kappingarárið, og hann slær fast, at Víkingur fer eftir sigrinum í útsetta dystinum móti B36, so silvurkrónurnar vera tryggjaðar.

 

B36 og Víkingur spæla hóskvøldið klokkan 18. Fær Víkingur ikki fult vinnur HB silvur. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóhan Petur Poulsen í Sarpugerði fyrr í dag.