Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði í fyrsta dystinum í 25. umfari í landskappingini. Tað er møguleiki fyri, at tað í kvøld verður staðfest, at Víkingur hevur vunnið FM, og undir øllum umstøðum er møguleiki fyri, at Víkingur vinnur seg so tætt at FM heitinum, sum tað ber til, uttan at tað ástøðiliga er staðfest, at FM heitið er vunnið.
Fyrra førið verður veruleiki, um Víkingur vinnur grannauppgerðina ímóti ÍF, og um KÍ seinni í kvøld ikki vinnur fulla úrtøku ímóti NSÍ. Seinna førið verður veruleiki, um Víkingur vinnur fulla úrtøku, og KÍ eisini vinnur fulla úrtøku.
Jóhan Petur Poulsen venjari hjá Víkingi hevur rørt eitt sindur í grýtuni. Signar á Brúnni er á vongverjanum í høgri, meðan Ari Olsen, sum hevur spælt flestu dystirnar, er á beinkinum. Ingi Jonhardsson er á vongverjanum í vinstru, meðan Bergur Gregersen er á beinkinum. Árni Nóa Atlason er á miðvøllinum, meðan Aron Jarnskor Ellingsgaard er á beinkinum, og í kvøld er Jørgen Nielsen fremsti maður, meðan Finnur Justinussen, sum var í tí plássinum, tá ið Víkingur vann trivaligan 3-0 sigur á Skála, er á beinkinum.
Hjá ÍF eru Jákup Nolsøe Olsen og Bogi Reinert-Petersen tøkir aftur eftir leikbann.
Í gjárkvøldið spældi U-21 liðið hjá ÍF steypafinalu ímóti B71. Sjey av teimum, sum vóru við til at spæla 90 minuttir og longda leiktíð, áðrenn tað í brotssparkskapping var greitt, at B71 var steypavinnari, eru á ÍF beinkinum í kvøld.
Tað er greitt, at ÍF eftir hetta kappingarárið flytur niður í næstbestu deildina.
Víkingur – ÍF kl. 17.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Peter Spangsgaard Ullum, Tonni J. Thomsen – Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Silas Gaard, Ruben Møller-Nielsen, Jákup Andrias Thomsen – Uros Stojanov