Tá føroyska kvinnulandsliðið skal royna seg í HM/EM kappingini í flogbólti seinni í ár, verður tað við sørvinginum Jóhan Petur á Stongum sum høvuðsvenjara, og Kristian Mikkelsen sum hjálparvenjara. Tað boðar Flogbóltssamband Føroya frá í tíðindaskrivi í dag.
Jóhan Petur á Stongum er í dag venjari hjá SÍ kvinnunum, sum t.d. hava leikt seg í føroysku steypafinaluna.
Høvuðsvenjarin er spentur til uppgávuna, og sigur í stuttari viðmerking:
- At Føroyar kunnu koma at hava eitt sera gott lið, um allir leikarar verða tøkir, íroknað teir sum dagliga leika í fremstu deildini í Danmark.
Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, er fegin um at tað er eydnast at fáa Jóhan Petur og Kristian sum venjarar til kvinnulandsliðið.
- Teir hava fyrr verið venjarar hjá kvinnulandsliðnum, og tá eydnaðist teimum at vinna gull á Oyggjaleikunum. Hetta var í 2009. Tá var Kristian høvuðsvenjari og Jóhan Petur hjálparvenjari.

Frá vinstru: Jóhan Petur á Stongum, landsliðsvenjari, Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, Kristian Mikkelsen, hjálparvenjari
Jóhan Petur á odda fyri landsliðnum