Málið um nevndarvalið í Atlantsflog hevur fingið eina nýggja vend.
- Tað var landsstýrismaðurin sjálvur, sum upprunaliga vildi hava Bergur Poulsen til nevndarformann, sigur Kaj Johannesen, sum stóð fyri innstillingini.
Kaj Johannesen vil ikki hava sitandi á sær, at hann gloymdi høvuðspartaeigaran og hansara ynski, tá setanarnevndin skuldi gera innstilling um nýggjan nevndarformann í Atlantsflog.
Við Rás2 í gjár segði Johan Dahl seg vera somikið ónøgdan við arbeiðið hjá setanarnevndini, at hann mátti taka málið í egnar hendur. Setanarnevndin við Kaj Johannesen á odda hevði snøgt sagt ikki tikið ynskini hjá høvuðspartaeigaranum við í sína innstilling, segði Johan Dahl, sum sjálvur ynskti Niels Mortensen til nevndarformann.
Les eisini: Magni og Bergur kennast ov væl
Útsøgnin fellur Kaj Johannesen fyri bróstið. Táverandi nevndarformaðurin sigur seg tvørturímóti hava handlað, júst eftir ynskjunum hjá høvuðspartaeigaranum.
- Johan Dahl gav sjálvur til kennar, at Bergur Poulsen var eitt gott boð uppá ein nýggjan nevndarformann. Tað tóku vit í setanarnevndini til okkum og arbeiddu víðari við, tá vit gjørdu okkara innstilling, sigur Kaj Johannesen.
Sambært Kaj Johannesen var tað í desember í 2012, at Johan Dahl gav til kennar, at Bergur Poulsen var eitt gott boð uppá nýggjan nevndarformann í Atlantsflog.
Síðani viðgjørdi setanarnevndin málið og innstillaði Bergur Poulsen at vera besta boðið uppá nýggjan nevndarformann. Tað var gjørt á fundi við landsstýrismannin í vinnumálum, 18. februar í fjør. Ein innstilling, sum Johan Dahl var alt annað enn nøgdur við.
Á hesum fundinum gav Johan Dahl til kennar, at hann ynskti Niels Mortensen til nevndarformann. Setanarnevndin varð tí biðin um at fara til hús og gera sína innstilling av nýggjum og taka ynskini hjá landsstýrismanninum við í arbeiði.
- Setanarnevndin hevði tá gjørt sína innstilling, har vit peikaðu á Berg Poulsen. Niels Mortensen var ongantíð inni í myndini hjá setanarbólkinum, fyrr enn landsstýrismaðurin nevndi hann á fundinum 18. februar, sigur Kaj Johannesen.
Sambært Johan Dahl var ov tætt millum Bergur Poulsen og táverandi stjóran, Magna Arge, til at teir báðir kundu vera ávíkavist nevndarformaður og forstjóri í Atlantsflog. Báðir sótu tá í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Vit viðgjørdu sambandið millum Bergur Poulsen og Magna Arge í samband við innstillingina. Men vit mettu ikki, at hetta var nøkur forðing fyri, at Bergur Poulsen kundi gerast nevndarformaður, sigur Kaj Johannesen.
Tá avtornaði gjørdi setanarnevndin eina nýggja innstilling, ið varð latin landsstýrismanninum á fundi 25. februar í fjør. Hesaferð ein lista við fýra nøvnum, har Niels Mortensen var eitt teirra.
Niels Mortensen varð síðani valdur til nevndarformann á aðalfundinum hjá Atlantsflog 8. mars í fjør.
Valið av nevndarformanni í Atlantsflog verður nú tikið upp í løgtinginum. Á tingfundinum í morgin skal Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, greiða frá, hvussu hann velur nevndarlimir í P/F Atlantsflog.
Hoyr innslag um málið við at trýsta á pílin undir myndini. Við í innslagnum eru Kaj Johannesen og Johan Dahl.










