Johan og teir vóru vónbrotnir

Enn eina ferð vóru allir tríggir føroyingarnir partir av umfarinum, og serliga hjá Horsens var talan um stórt vónbrot

SUPERLIGAN

Allir tríggir føroyingarnir vóru á vøllinum, tá ið fjúrtanda umfarið í superliguni var á skránni í vikuskiftinum.
Einasti føroyski landsliðsspælarin, sum var á vøllinum alla tíðina, var Johan Byrial Hansen, sum var í vinstra verjuborði hjá Horsens. Leygardagin vóru teir í Parkini. Horsens telist millum teirra, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, meðan FCK í stórum stíli er oddalið.
Leygardagin sást einki til, at talan var um botnlið á útivølli móti oddaliðnum, sum átti heimavøll. Higartil hevur Horsens verið ákært fyri at pakka seg saman og bara at verja. Hesa ferð vóru teir framrættaðir og væl upplagdir. Teir høvdu ofta heimaliðið undir trýsti, og teir áttu at havt skorað í hvussu so er eitt mál. Men sum so ofta, so hevði illa stadda liðið ikki marginalirnar á sínari síðu, og so gekk tað, sum tað so ofta ger. Klokkan vísti meiri enn 89 minuttir, tá ið Peter Møller ein metur frá málinum setti krúllin undir bóltin, og so vann FCK 1-0.
Einki var at undrast á, at Johan B. Hansen og liðfelagarnir vóru ógvuliga vónbrotnir. Eygnavitnini mettu, at teir avgjørt høvdu havt uppiborið at fingið í hvussu so er eitt stig.
Í AaB vóru teir eisini vónbrotnir. Súni Olsen var millum teir fyrstu ellivu, tá ið AaB sunnudagin hevði vitjan av AGF. Stórfelagið í Århus er illa plágað av skaðum, men kortini megnaðu teir at leggja seg á odda í 2. hálvleiki. Súni Olsen var á AaB miðvøllinum inntil í 72. minutti. Tveir minuttir eftir at hann var útskiftur javnaði AaB, og í yvirtíðini høvdu teir møguleikan at skjóta sigursmálið. Svenski Martin Ericsson hevði javnað við brotssparki. Hann fekk nýggjan møguleika úr ellivu metrum í yvirtíðini, men hann misnýtti!
Rógvi Jacobsen varð innskiftur, tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir. SønderjyskE vitjaði í Farum, og heimaliðið vann 4-2. Teir vóru á odda 2-0, men SønderjyskE megnaði at svara aftur og at javna til 2-2. Tá ið Rógvi kom á vøllin, var støðan 3-2. SønderjyskE royndi at trýsta fyri at javna, men tað var FCN, sum skoraði til 4-2.
Brøndby stórspældi í 2. hálvleiki, tá ið teir sunnukvøldið á Brøndby stadion eyðmýktu FCM 5-0. Silkeborg hevði ikki vunnið síðani í juli, tá ið teir í fyrstu umførunum tvær ferðir fingu fulla úrtøku. Men hesa ferð eydnaðist aftur. Silkeborg hevði vitjan av OB, sum fór aftur til Odense við 1-0 tapi.
Viborg heldur tørn um triðja plássið, og hjá Esbjerg stendur framvegis einki serligt til. Viborg vann heimadystin móti Esbjerg 1-0.