Bæði Jóhan Dahl og Bárður Nielsen siga seg hátíðarhalda Ólavsøkuna saman við familjuni. Tað mesta av tíð teirra fer við at vitja fólk og at ganga oman og niðan eftir havnargøtum við familjuni, og práta við fólk.
- Eg haldi at Ólavsøkan er ein hugnalig tíð, og eg plagi vanliga at hyggja eftir listaframsýningum, lurta eftir Frelsunnar Herinum, og annars ganga runt á Havnargøtum og prát við fólk, ið eg ikki síggi til dagliga, sigur Jóhan Dahl, og sigur at tað fer hann at gera aftur í ár.
Jóhan Dahl er í føroyskum klæðum í dag, og tað er hann altíð Ólavsøkudag.
- tann fyrra dagin eri eg ongantíð í føroyskum klæðum, og tað er tí at mær dáman best at brúka tey føroysku klæðini til Ólavsøkudag, og so bara at verða í vanligum klæðum tann fyrra dagin, sigur Jóhan Dahl.
Bárður Nielsen er eisini í føroyska klæðum, men sigur at klæðini hjá honum verða alt ov lítið brúkt.
- Í ár var eg í føroysku klæðunum til kappróðurin, og so í dag eisini, men annars verða tey ikki nógv brúkt, og tað haldi eg er sera spell, sigur Bárður Nielsen.
Ólavsøkan hjá Bárður verður hildin á sama hátt á hvørjum árið.
- Hon byrjar altíð við kappróðri, og so spæli eg eisini hondbólt á Ólavsøku, og tað havi eg gjørt í 25 ár, sigur Bárður Nielsen.










