Johan Norðfoss 90 ár

Johan hevur svomið til Íslands og aftur síðan hann var 80

Tað er so stuttligt at hava til arbeiðis at skriva um fólk, ikki minst um eldri fólk. Tey hava so nógva vitan, og so nógvan lívsvísdóm, at ein sjálvur verður so nógv ríkari av tí.


Tað var soleiðis, at eg kom at kenna Johan Norðfoss, sum verður 90 ár í morgin. Eg fekk til uppgávu í 2007 at skriva um hansara svimjing. Hann var í ein mansaldur leiðari í svimjihøllini í Havn, og hann hevur eisini svomið alla sína tíð fram til dagin í dag.

Tá var søgan tann, at Johan síðan hann fylti 80 ár hevði svomið teinin úr Føroyum til Íslands, og nú var væl áleiðis heim aftur. Tá hevði hann svomið 556 km, nú trý ár seinni er hann komin uppá góðar 800 km, og hetta røkkur á leið heim aftur til Føroya! Tá hevur hann enntá ligið bakk eina tíð vegna eitt strik hann fekk.

Johan svimur hvønn dag uttan mikudag, hann svimur 500 metur um dagin. Hetta gevur einar 80 km árliga við nøkrum frídøgum.

Tað einasta, sum Johan merkir til aldur er, at meðan hann fyrr kundi klára teir 500 metrarnar uppá 25 minuttir, má hann nú nýta 40 minuttir!

Men í hesum fyrsta prátinum við Johan kom eisini fyri dagin, at hann visti og mintist so ótrúliga væl. Hetta skapti áhuga fyri at fáa meira av tí, hann visti, niðurskrivað, og úrslitið gjørdist níggju partar í Miðvikuni, sum tá fylti fýra síður í Sosialinum saman við frásøgn hjá pápanum, sum eisini visti nógv.

Tað var heldur ikki smávegis av “røvarasøgum,” Johan kundi greiða frá frá sínum egna lívi. Tað er bert ein lítil partur av tí, sum hann hevur greitt frá í Miðvikuni, sum bert kann verða nevnt í eini grein sum hesi.

Johan er ein “ordiligur” havnarmaður. Hann er sonur Albert hjá Dánjali í Horni. Mamman, Anna, var av Eiði. Hon hevði eisini røtur til Havnar, ættað frá Havnar Poul (Mikkelsen,) sum flutti ungur til Eiðis.

Johan vaks upp mitt í Havnini og gekk í kommunuskúlanum, har Poul Jensen var stjóri.

14 ára gamal fór Johan sum vanligt hjá børnum í hansara aldri úr skúlanum. Nú skuldi arbeiðast!

Hann fór fyrst at arbeiða á bommvirkinum í Fabrikkini á Skálatrøð, so fór hann at arbeiða fisk, har lønin var 20 oyru um tíman. Men síðan fekk hann arbeiði sum ørindadrongur í Smæruni. Hevði hann ikki gjørt tað fyrr, kom Johan tá at kenna Havnina út og inn, tá ið hann fór út til fólk við vørum, tey høvdu bílagt.

Men sum hjá dreingjum tá, var hugurin til sjógvin. Eftir at hava skift millum onkrar túrir til skips og lossing á landi, fór Johan í 1939 við Turid hjá Zacharias Heinesen og Christian Holm Jacobsen til Grønlands at rógva út við bátum.


Fangavørður hjá týskum hermonnum


Men tá kom kríggið, og hetta gav eitt serligt arbeiði til Johan. Hann kom at vera ein av teimum, sum skuldu ansa eftir týskum krígsfangum í Føroyum! Eitt týskt flogfar var lent á Trongisvágsfirði, og manningin var tikin til fanga. “Fongslið” var við landssjúkrahúsið, og Johan var føst náttarvakt. Hetta gav 11 krónur í løn fyri náttina, sum ikki var so galið tá. Hesir fangar gjørdust nakað strídnir sum frá leið, og tað eydnaðist at fáa hesar týskarar sendar til Danmarkar í 1940, beint áðrenn hersetingarnar av Føroyum og Danmark.

Johan var á kaiuni, tá ið bretar komu á land í Havn 13. apríl 1940. Aftaná fór hann til skips aftur, hesa ferð við einum donskum snurriváðbáti, sum fiskaði undir Íslandi. Skiparin, ein reyðhærdur dani, kallaðist “Den røde Djævel.” Hann livdi eisini upp til navnið. Hann bakkaði ikki fyri nøkrum, heldur ikki fyri at fiska innan fyri mark í Íslandi. Tá ið íslendska sjóverjan kom eftir teimum, gjørdi hann ikki vandari enn at skjóta eftir teimum, og hann slapp væl burtur úr tí. Íslendska sjóverjan slapp sær nevniliga til rýmingar!

Men kortini dámdi Johan væl. Teir donsku bátarnir vóru sera framkomnir. Teir høvdu eitt luksus sum wc, og inntøkan var heilt góð.

Teir sigldu niður at selja, og Johan kom at uppliva jarðarferðina hjá Neville Chamberlaim, fyrrverandi bretska forsætismálaráðharran, í Blackpool.


Seinni fór Johan við Normanner hjá Zacharias Heinesen. Men hon lak so illa, at teir kundu líka væl sokkið. Hetta tók so fast, at skiparin fór ikki avstað aftur.


Mundi enda sum krígsfangi


Í Íslandi mundu teir verið tiknir av amerikanarum, tá teir fóru niðan í hagan at henta ber at hava heim sum tinganest. Amerikanarar ivaðust ikki í, at her var talan um týska njósning. Á Siglufjørðinum var Johan tann seinasti, sum hevði samband við lorvíkssluppina Kristionnu, áðrenn hon hvarv við mann og mús. Hann var umborð og vitjaði ein vinmann, sum hann tískil ikki sá aftur.

Komnir til Aberdeen upplivdu teir eina ógvusliga týska bumbing av býnum. Undir krígnum kom Johan eisini út fyri nærum at verða sendur til oynna Man sum bretskur krígsfangi.

Hann hevði gjørt einum kunninga tann beina í Íslandi at taka ein pakka heim til konu hansara í Føroyum. Hetta var ikki loyvt, men hvat verður ikki gjørt millum vinir!

Teir fóru nú beint til Bretlands, og har komu eftirlitsmenninir fram á pakkan, har tað var kaffierstatningur í. Men vanlukkan var, at eitt bræv var eisini í pakkanum. Hetta var roknað sum sera illgrunasamt og Johan varð tikin beint á politistøðina í klovstivlum, har hann var avhoyrdur í tímavís. Brævið vísti seg at vera púra óskaðiligt. Men hevði nakað sum helst staðið av hernaðarligum áhuga í brævinum hevði Johan rokið út á Man! Men hann endaði á svartalista hjá bretum.

Johan sigldi nakað aftaná kríggið, men hann fer so at arbeiða á kolasøluni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Her kom hann eisini at sigla vandasjógv. Teir fóru eina ferð við eini slupp til Bretlands at keypa kol. À veg heim aftur komu teir í illveður og skipið fór at leka. Hetta sá ikki gott út, og Johan hevði í tankunum sagt sínum nærmastu farvæl og bað Várharra taka sær av teimum! Men hesum komu teir eisini væl burtur úr.

Av álitisstørvum kann nevnast, at Johan eisini hevur verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og hetta var í tíðum, tá veruliga var brúk fyri sterkum fakfeløgum.


Johan hevur eisini havt onnur áhugamál. Eitt av hesum er tónleikur, og hann spældi trekkbasun í hornorkestri. Fyrstu tíðina spældi hann við í orkestrinum hjá Frelsunarherinum, og tá hetta fór sundur spældi hann í X-orkeststrinum, sum seinni fór uppí Havnar Hornorkestur.


Góð ummæli frá starvsfeløgum

Tað er serliga frá svimjihøllini, at fólk minnast Johan. Hitti nú um dagarnar eitt starvsfólk í svimjihøllini, sum hevði arbeitt saman við Johan. Hon hevði ikki upplivað sinni í honum. Johan hevði ein slikan verumáta, at alt kundi greiðast við einum smíli. Og sjálvt teir mest kúllasligu dreingir makkaðu rætt uttan at mukka, tá ið Johan gav eini boð.



Johan giftist fyrst við Helenu f. Nielsen úr Kvívík. Hon doyði heilt ung. Hann giftist aftur nøkur ár seinni við Emmy av Toftum. Tey eiga synirnar Hellan, Allan og Sigmund. Abbabørnini eru seks í tali, og nú eru langabbabørn eisini byrjað at koma

Tað hevur verið sera stuttligt at koma at kenna Johan, so lívsjáttandi og positivur, sum hann er. Emmy er eisini so blíð. Hóast gongulagið ikki er tað besta, gongur ikki leingi til drekkamuðurin er komin á borðið. Og er nakað at spyrja um, ja, so veit Johan tað.

Føðingardagurin verður hildin leygardagin 21. august í Starvsmannafelagnum frá kl. 12-16.

Hiðani skal verða ynskt honum hjartaliga tillukku og góðan túr aftur til Íslands. Hann hevur onga ætlan um at geva at svimja, hóast hann nú er komin aftur úr Íslandi!