Johan Nielsen heldur fram í GÍ

Fótbóltur: Avtala er gjørd millum GÍ og Johan Nielsen um, at hann heldur fram sum venjari hjá besta mansliðnum í felagnum

Johan Nielsen heldur fram í GÍ.

Avtala er nú gjørd um, at Johan Nielsen eisini næsta kappingarár skal verða venjari hjá besta fótbóltsliðnum hjá GÍ.

Johan Nielsen hevur verið venjari í Gøtu í nógv ár. Frá 1991 til 1996 vandi hann GÍ og vann ikki færri enn trý meistaraskap við felagnum.

Eftir tað flutti hann til Havnar, men kom aftur til Gøtu at verða venjari í 1998. Síðani tá hevur hann verið venjari har, og næsta ár fer hann tí undir sítt 8. ár sum venjari hjá gøtumonnum.

? Vit halda, at vit hava besta venjaran í Føroyum, og tí vilja vit gjarna halda fram við samstarvinum. Bæði leiðsla og spælarar eru serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Johan Nielsen, sigur Petur Holm, nevndarlimur í Gøtu Ítróttarfelag.

Síðani Johan kom aftur til Gøtu at verða venjari, hevur gullið ikki glitrað, men GÍ hevur framvegis møguleikan at gerast meistari í ár, men so skulu úrslitini laga seg væl seinastu tvey umførini.

Í fjør endaði GÍ sum nummar fýra í landskappingini, aftanfyri havnafeløgini og KÍ. Í løtuni er GÍ frammanfyri havnafeløgini og bara aftanfyri KÍ áðrenn seinastu tvey umførini í landskappingini.