Johan missir monopolið

Føroyar verða nú partur av ECaa samstarvinum, sum merkir, at føroysk flog­feløg frítt kunnu flúgva á ev­rop­iska meg­in­økinum, eins og ev­rop­isk flogfeløg frítt kunnu flúgva til Føroyar.
Hesum boðaði løgmaður frá í ólav­søkurøðuni.

Hóast Atlantsflog varð stovn­að til tess at bróta mo­n­o­­polið, sum Mærk Air hevði á Føroyarutuni, so er veru­leik­in í dag, at Atlantsflog nú sit­­ur á mono­polinum. Sum vinnu­mál­a­­ráð­harri, so um­boðar Jo­han Dahl landsins part­a­pen­ing í flogfelagnum, og sum vinnu­mál­a­ráð­harri varð­ar hann eisini av Vága Flog­havn. So­leið­is hev­ur Jo­han Dahl havt bukt­i­na og báð­ar end­ar­nar um alla flog­ferðslu til Føroya.

Tað gav at bíta herfyri, tá tað lá á ljóði, at Norwegian um­hugs­aði at flúgva til Før­oya. Tá segði Johan Dahl, at hann fór at seta norska flog­fel­ag­num krøv, so­leið­is, at fel­ag­ið eisini fekk tær keð­i­ligu upp­gávurnar, sum At­lants­flog hevur – fyri at norska Norwegian ikki bara skuldi sleppa at skúma róm­an.

Hetta sigur okkum nakað um, hvussu monopolið virk­ar – og hvørjifyrilit ein monopolhavari tekur.

Men nú verður so frítt at flúgva til Før­oya, og tá slepp­ur Johan Dahl ella onkur ann­ar vinnu­mál­a­ráð­harri ikki at leggja út­lend­ing­um slíkar fótoglar, um onk­ur teirra skuldi funnið upp á at flogið til Føroya.