Johan millum teir bestu í Danmark

Johan á Plógv Hansen varð hetta umfarið valdur á vikuliðið hjá TV2

 

 

Johan á Plógv Hansen spældi ein stórdyst fyri Skanderborg, tá teir um vikuskiftið spældu móti HC Midtjylland. Skanderborg tapti dystin 26-30, men Johan fekk veruliga gjørt vart við síni hondbóltsevnir.

 

Frá sínum plássi á høgra veingi skoraði Johan ikki færri enn átta mál, og hetta var nakað, sum hondbóltsviðmerkjarar í Danmark løgdu til merkis.

 

Somikið sannførandi var avrikið hjá Johan, at hann varð valdur á vikuliðið, sum TV2 setir eftir hvørt umfarið í donskum hondbólti.

 

Skanderborg er nú nummar 13 av teimum 14 liðunum í bestu donsku mansrøðini. Niðasta liðið flytur beinleiðis niður, meðan næstu fimm koma í endaspæl, har sessurin í bestu deildini skal verjast.